Endabresturin verður í Havn

Síðsta umfar í liðkappingini í talvi verður í Havn leygardagin

Tíggjunda og síðsta umfarið í liðkappingini í talvi verður leygardagin 15. mars. Seinastu árini hevur tað verið vanligt, at allir dystirnir eru á einum og sama staði, tá ið punktum verður sett fyri liðkappingini, og soleiðis verður tað eisini í ár.

Talvsambandið boðar frá, at nú avrátt, at síðsta umfarið verður telvað í Skúlanum við Løgmannabreyt. Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 10 stundisliga, og tað verður heitt á telvararnar um at møta í góðari tíð.

TSF ger vart við, at tað í síðsta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvara at flyta niður í lægri deild. Tað vil siga, at ein telvari, sum í níggjunda umfari telvaði í 1. deild, í síðsta umfarinum ikki kann telva við øðrum liði enn tí í bestu deildini.

 Skráin í 1. deild: Klaksvík2 – Toftir, Sandavágur – Havnin og Klaksvík 1 – Vestmanna.

Tað er longu greitt, at Sandavágur hevur vunnið FM. Tað er framvegis spenningur um, hvat lið skal flyta niður.

Støðan: Sandavágur 27 ½ stig, Klaksvík 1 22 ½ stig, Havnin 21 ½ stig, Klaksvík 2 14 ½ stig, Toftir 12 stig og Vestmanna 10 stig.