kappróður
Tað var sonn frøði á klaksvíkingum á Ólavsøku. Eftir turbolenta róðrarárið kendist møguleikin fyri, at ivi skuldi sáast um, hvussu stórt virði skuldi verða í FM heitinum, sum klaksvíkingar mest sum høvdu tryggjað sær undan síðsta róðrinum.
Soleiðis endaði tað ikki. Klaksvíkingur vann, og harvið hildu teir sjálvir seg hava staðfest, hvør stinnasta manningin í 2006 hevði verið:
- Vit vistu, hvat stóð upp á spæl. Tað hevur verið nógv tosað, og tað hevði verið øgiliga keðiligt, um vit høvdu vunnið FM og ikki á Ólavsøku. Hetta hevði framúr týdning fyri okkum. Vit kendu okkum hava nakað at prógva, og tað gjørdu vit. Hetta er úrslit av harðari venjing og miðvísum arbeiði. Vit hava gingið hundrað prosent upp í hetta, og vit eru ovurfegnir um úrslitið, var salutturin frá ovurfegnu manningini, sum ikki nýttist at brúka nógva orku fyri at fáa bátin upp á pláss. Hann var í handavending syftur upp á land og borin av fegnu viðhaldsfólkunum, sum vóru komin til Havnar at stuðla Klaksvíkingi.
Eysturoyingur var fremstur í startspurtinum, og Eysturoyingur var eina løtu, áðrenn teir komu á Molan, tað mesta av hálvari bátslongd frammanfyri Klaksvíking, sum eisini var aftanfyri Vestmenning, ið leingi var væl við.
Men so var tað, at Klaksvíkingur rættuliga gjørdi bart. Framvið Molanum og harvið frammanfyri stóru og spentu áskoðarafjøldini ikki minst fjarðbúgvar og klaksvíkingar munaðu tøkini hjá klaksvíkingi meiri, enn tey gjørdu hjá eysturoyingum. Tað reið eina løtu um snarið, men so glapp hjá Klaksvíkingi, og síðstu hundrað metrarnar tóktist tað sum um, at Klaksvíkingur hevði sett turboina til. Tá ið skotið brast, var munurin millum teir báðu fremstu tað mesta av einari bátslongd. Tað hevur verið mett sum sannførandi sigur á so stuttum teini.
Sigurin var søguligur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Klaksvíkingur hevur vunnið FM, og hetta var fyrsta ferðin síðani 1949, at klaksvíkingar hava vunnið á Ólavsøku. Sosialurin ynskir Klaksvíkingi hjartaliga tillukku við FM heitinum.
At talan var um sunna kapping millum rættar ítróttarmenn vístu framúr manningarnar, tá ið tær takkaðu hvørjum øðrum fyri róðurin og róðrarárið.
Vestmenningar vístu við fínum avriki, at tað skal roknast við teimum næsta ár. Havnarbáturin var so mikið gestablíður, at hann hevði Skálabátin, Vágbingin og Nólsoyingin undan sær á mál. Harvið misti Havnarbáturin bronsumerkini í FM kappingini, sum teir annars lógu til at vinna. Tey fóru í staðin til Vestmanna.
10-mannafør Ólavsøku úrslitið
NummarBáturTíð
1Klaksvíkingur4:02.22
2Eysturoyingur4:05.03
3Vestmenningur4:09.05
4Skálabáturin4:13.11
5Vágbingur4:14.03
6Nólsoyingurin4:14.20
7Havnarbáturin4:15.06