Hóast veðrið varð gott seint gjárkvøldið, so hevur regnið dominerað nógv av G! festivalinum inntil víðari. Nú er tó vend komin í, og hevur ikki ein tann einasti regndropi rakt Gøtubygd í allan dag.
Fólkið er farið oman á sandin, og sólin skínur. Tað er lýtt og stilt. Millum konsertirnar hoyrist látur og prát, og stemningurin og hugnin er aftur vorðin G'sligur.
Seinni í kvøld er tað tó sannlíkt, at tað fer at regna. Um onkur ætlar sær á G! festival, sum enn ikki er farin frá húsum, skal man hava í geyma, at seinni fer tað møguliga at blíva vátt.