Endiliga kom hann - veruleikin um flogvøllin

Mundi dottið á gumpin tá eg las hasa greinina hjá Alfred Olsen um flogvallakanningarnar. Havi síðani fyri tað mesta flent innantanna eftir, hvat tað er fyri fólk vit hava sitandi á tingi, sum kemur við sovorðnum tvætli á skrift. At siga at kanningar frá 1966 eru betur undirbygdar enn kanningar nú á døgum. At siga at eitt úttalilsi hjá Jens Otto Kragh er eitt serfrøðingaúttalilsi? At hann var flogvallaserfrøðingur visti eg ikki av, og avgjørt ikki at hann var flogvallaserfrøðingur við innliti í føroyskum viðurskiftum.

Napolion Magnussen

Tankarnir runnu beinan vegin aftur til seinasta ár, tá hann við sínum fjákuta smíli í SVF forsvaraði keypi av Vesturvón sum gott vinnulívshegni, har onkur, møguliga við inside vitan sum nevndarlimur í einum íløgubanka, sum tjóður á nátt keypti gimsteinin úr Sørvági.
Nú er tað so sligi fast, at flogvøllurin helst á liggur best egnaða staði í Føroyum, møguliga er Søltuvík líka væl egna.
Einki sjokk fyri meg, tí bretar hava neyvan av tilvild valt sær Vágarnar sum eina høvuðsstøð. Teir vóru vanir við at etablera seg í kríggi, og vóru ivaleyst eisini betri serfrøðingar enn Jens Otto Kragh, uppvaksin uttan eitt einasta fjall sum danir flest. Einasti veruligi turbulensur, teir kenna til er helst frá einum hárturkara.
Og heldur einki sjokk, at bæði Skorðhædd og Glyvursnes eru óegnað. Skorðhædd liggur nakað sum Stóra Dímun, høgt frá slættlendinum og niður á sjógv á báðum síðum, sum skapar nógvan turbulensi. Og Glyvursnes? Ja, hvat skal ein siga. Poul Michelsen leigaði eitt flogfar at gerða kanningar tá hann var borgarstjóri í Havn. Tað stóð, ja Gud viti hvussu leingi, í Vágum og fekk ongar kanningar gjørt, tí ikki var flúgvandi yvir Glyvursnes í nógvar dagar. Og fyri 5 ella 6 árum síðani, minnist eg rætt, sóu vitapassarnir á Borðuni ikki Glyvursnes í fleiri vikur fyri mjørka. Ikki tí mjørki var á Borðuni, nei har hoyggjaðu teir av grimd. Longur suðuri ber til, sigur Tórshavnar kommuna nú. Vælsignaðir, gangi tykkum ikki útav har suðuri í mjørkanum.
Eftir stendur Søltuvík. Har sær út til at verða onkur møguleiki. Eri ikki staðkendur har, men eg síggi fyri mær, at tær keðiligu ættirnar í Vágum eisini eru keðiligar har, Søltuvík liggur líknandi í mun til mjørkaætt á flogvøllinum. Men tað kunna kanningar staðfesta, um so er, við at seta sama slag útgerð á flogvøllinum og Søltuvík og samanlíkna úrsliti. Men tosa vit um kostnaðin skula hesar kanningar peika rættiliga langt frá hvørji aðrari fyri at hetta skal loysa seg, tað er so eingin ivi um.
So, landsins kosnu menn. Her er einki at bíða við. Seti gongd á leingjanina av flogvøllinum, tí 300 milliónir eru einki í mun til tær báðar milliardirnar, ið ein nýggj flogvallarloysn kostar. Vit hava bíða nóg leingi og eingin grund er at draga tað meira út.
Og hvør veit, kanska Alfred eisini stemmar fyri, tí sum flogvallaserfrøðingurin Jens Otto Kragh segði: Man har et standpunkt intil man får et nyt
Og so eitt hjartasuff: Alfred roynir tross alt at verða eitt sindur lokalur, men hvar eru vágatingmennirnir, Jørgin og Marjus? Hoyri einki til teir, hvørki í hesum ella nøkrum øðrum máli, Vágunum viðvíkur. Hví royna tit ikki at fáa okkurt til Vágarnar, kanska at fáa selt Atlantsflog til vágafólk,, eins og eitt nú JFK bleiv selt til klaksvíkingar, Fiskavirking til leiðsluna og onnur. Vísi tykkum sum menn og slíti samgonguna um hon ikki makkar rætt í flogvallarmálinum, heldur enn eitt nú at leggja kommunur undir at taka alt ov nógvan skatt inn.
Vit hava brúk fyri sjónligum tingmonnum ALT valskeiði, ikki bara upp undir val, har reksa verður upp hvat VIT HAVA GJØRT.... Tingmenn, ið síggja ábyrgdina í starvi sínum og taka við størri álvara enn borgarin hevur fatan av.