Eyðun Nolsøe verður eitt av nøvnunum í Prix Føroyar undanumfarinum um vikuskiftið.
Hann hevur sterka manning afturat sær, nevniliga superbólkin Showmenn. Eyðun sigur, at hann og Showmenn hava vant dúgliga, bæði í Suðuroynni, har Eyðun nú heldur til, og eisini norðanfjørðs. Fleiri ferðir hevur manningin verið saman og vant hevur verið frá morgunstundini.
Nýtt tilfar
- Eg havi ligið inni við einum yvirskoti av nýggjum tilfari,m.a. tí eg ikki havi verið við á nakrari útgávi síðani ár 2000, tá fløgan Eyðun og Terji kom út. Eg helt tað vera stuttligt at royna tilfarið og hetta er frálíkt høvi, sigur Eyðun, sum hevur valt 5 løg og so hava hann og restin av manningini í felag lagt tilrættis.
- Eg havi longi hugsað um manningina í Showmenn. Tað riggar stak væl hjá teimum og tá teir eisini koyra uttan kassaguitar, so hóskar hetta sera væl til mín og eg felli lætt inn. Teir eru sera góðir tónleikarar, sum eg longi havi havt í huganum, um eg skuldi farið undir okkurt. Teir eru góðir, men eg eri eisini bilsin og fegin um teirra arbeiðsemi og arbeiðsgleði í samband við at arbeiða við mínum tilfari og í samband við venjing, sigur Eyðun.
Spurdur, hvørt tilfarið er sum vit kenna tað frá honum, sigur hann, at hann hevur ilt við at døma sjálvur, men at manningin sigur gott fyri tí, so Eyðun er nøgdur.
Rátt
Viðvíkjandi tónleikaslag sigur Eyðun, at hann og manningin hava roynt at gera tað øðrvísi hesaferð.
- Vit hava roynt at leggja so tilrættis, at talan er um ein nýggjan Eyðun. Vit hava roynt at gera tíðarhóskandi útsetingar. Endurnýggjan er eitt lyklaorð, tá ein fæst við tónleik og yvirhøvur er skapandi. Eg veit ikki hvørt hetta er eydnast, men talan er um rocktónleik og tað segði eg eisini beinanvegin við manningina, at so skuldi tað verða.Men sjálvandi kann eg ikki gera nakað, sum er fjart frá mær sjálvum, so Eyðuni Nolsøe líkt, so er talan um melodiøst tilfar, men rock-kent, sigur Eyðun Nolsøe.
Gera sítt besta
- Ein eigur at vera lítillátin, tá ein skal meta um vónir og tað ein væntar av slíkari kapping. Eg dugi heldur ikki at siga so nógv um vónirnar fyri at koma víðari, tí eg kenni ikki hinar bólkarnar. Vit mugu bara gera okkara besta og taka tað harfrá. Meira kunnu vit ikki gera.Tað ræður um at vera væl fyri og gera sítt besta, sigur Eyðun.
Um umførini, sum hava verið, sigur hann, at nógv gott hevur verið at hoyra. Eyðun hevur fylgt við í útvarpi og á netinum. Hann hevur t.d. lagt til merkis SIC, Side Effect og Makrel, men annars hevur hann til tíðir undrast á úrslitini, sum dómarar eru komnir til, men hann ásannar samstundis, at tað at døma als ikki er nøkur løtt uppgáva.