Eftir 11. talvið var alt avgjørt. Magnus Carlsen vann í dag við hvíta fólkinum og vann sær eina leiðslu upp á 6,5 móti 4,5, við einans einum talvi eftir. Tað vil við øðrum orðum siga, at Viswanathan Anand ikki hevur møguleika at fangað hann aftur.
Tað sá annars gott út hjá Vishy Anand eina góða løtu sunnudagin seinnapartin. Hann stóð í vinnandi støðu, og sá út til at megna at pressa Magnus Carlsen væl.
Men sum Vishwanathan Anand sjálvur segði á tíðindafundinum eftir talvið, so kláraði hann ikki at stýra nervunum. Í 27. leiki ofraði hann rókin í eini roynd at vinna sær eina yvirvág, men tað miseydnaðist. Spakuliga tók Magnus Carlsen yvir leikligu yvirvágina, og meðan Vishy Anand gjørdi fleiri smærri feilir komandi leikirnar, megnaði Magnus Carlsen at halda tunguni mitt í munninum. Yvirvágin hjá Carlsen bara økti, og tað gjørdist greitt, at Vishwanathan Anand ikki fór at megna, at spæla seg inn aftur í talvið.
Magnus Carlsen verður tí verandi heimsmeistari í øllum førum inntil 2016, tá næsti heimsmeistaraskapsdystur í talvi skal telvast. Vishwanathan Anand, sum tók nógv á bóli, tá hann ikki valdi at gevast við talvi eftir tapið í fjør, váttaði eftir tíðindafundin í dag, at hann als onga ætlan hevur um at gevast at telva enn.