Endurvenjing

Tað er stórur tørvur á at seta endurvenjing á dagsskránna, ella rættari “rehabilitering”, sum er eitt breiðari hugtak, ið ikki er knýtt at nakrari serstakari viðgerð.

Rehabilitering snýr seg um at geva fólki við mistum førleika sína tign, æru ella støðu aftur.
Tað kann gerast við venjing, men kann eisini innihalda onnur sløg av viðgerð, stuðli ella hjálp, so samanumtikið er neyðugt við hugburðsbroyting. Vit mugu hugsa meira enn bara um røkt, vit mugu hugsa um “tað heila menniskja”, sum skal hava sítt lív so gott og virðiligt sum gjørligt.

Visiteringin til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo og fyrioterapi – hetta fyri, at fólk kunnu verða longri virkin í egnum heimi.

Sambandsflokkurin til tryggja endurvenjing til fólk, sum av einari ella aðrari orsøk hava brúk fyri at vinna førleikan aftur. Stórur dentur skal leggjast á tann samskipandi partin, og tað tvørfakliga samstarvið.

Tað er sera týdningarmikið, at fólk, ið missa sín fulla førleika, ella á annan hátt møta mótgongd á lívsleiðini, verða stuðlað í at vinna á trupulleikunum, og eftir førimuni aftur gerast virkin í samfelagnum.

Sergreinirnar eru mangan ein forðing fyri, at fólk fáa viðgerðar tilboð á øllum stigum, tí tað vísir seg, at tá ein viðgerð er liðug, er trupult at fáa tað næstu at taka við, ella at fáa eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð.

Samskipari er settur at fyrireika eina komandi endurvenjingareind har “Samskipan” er rættiliga týdningarmikil. Neyðugt er innan endurvenjingareindina, at samstarv skal verða tvørfakligt, og millum myndugleikarnar.

Tilboðini skulu verða veitt við støði í eini heildarmeting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann verða “sum longst við egið lív”.

Samband við borgaran