Sputnik spælir á seniorfestivalinum, Lasse Sigfridsson spælir á dansibandfestivalinum í Vági, Gluntan fer á pall á Voxbotn og nú boðar bátastevnan frá, at Anne Nørdsti verður at hoyra á Bátastevnuni.
- Anne Nørdsti spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni.
Anne Nørdsti vann norsku tónleikavirðislønina Spellemannsprisen í 2007 í bólkinum fyri dansiorkestur, og er annars tilnevnd til Spellemannvirðislønirnar fýa ferðir.