Enn ein greiður útisigur til Liverpool

Góða gongdin hjá Liverpool heldur fram í Premier League. Í dag vann Liverpool sannførandi á útivølli móti Brighton

Fleiri dystir hava verið spældir í Premier League í dag. Mest spennandi uppgerðin var á Amex Stadium í Brighton, har Brighton tók ímóti Liverpool. Brighton hevur verið kent fyri at verið væl skipað hetta kappingarárið, har fá mál eru farin ígjøgnum.

 

Men tey eyðkennini sást lítið aftur til í dag. Liverpool bankaði nevniliga Brighton av við stórsigri. Endaliga úrslitið av dystinum endaði við einum 5-1 sigri til Liverpool, eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Hjá Liverpool skeyt Roberto Firmino tvey mál. Hini málini skutu Emre Can, Philippe Coutinho, og var seinasta málið í dystinum sjálvmál. Málið hjá Brighton skeyt áleyparin Glenn Murray.

 

Av øðrum dystum vann Everton í dag annan sigurin á rað, tá Sam Allardyce á fyrsta sinni stóð á odda fyri Everton. Everton vann 2-0 á heimavølli móti Huddersfield. Hjá Everton skutu Gylfi Sigurdsson og Dominic Calwert Lewin málini.

 

Øll úrslitini í Premier League í dag:

Chelsea – Newcastle 3-1

Brighton – Liverpool 1-5

Everton – Huddersfield 2-0

Leicester – Burnley 2-0

Stoke – Swansea 2-1

Watford – Tottenham 1-1

West Bromwich – Crystal Palace 0-0