Enn ein gull medalja til Føroyar

OYL 15: Føroyar hava júst nú aftur fingið tvær medaljur í svimjingini

Tað eru tær báðar, Sára Nysted og Vár Eidesgaard, sum júst hava svomið 400 metrar, sum hava tryggjað okkum tvær medaljur.

 

Sára Nysted vann gull í 400 metrar svimjingini við tíðini 4:51:57, meðan Vár Eidesgaard vann bronsu á teininum við tíðini 5:04:46

 

Enn eitt frálíkt úrslit av okkara svimjarum.