Enn ein HM-skelkur: Ronaldo útsligin

HM 2022: Marokko skrivaði í dag HM-søgu sum fyrsta landið úr Afrika, sum er komið í hálvfinaluna

Marokko hevur í dag vunnið 1-0 á Portugal í fjórðingsfinaluni til HM-endaspælið í Katar. Marokko er fyrsta landið úr Afrika, sum er komið í eina HM-hálvfinalu, meðan hetta helst er endin á Cristiano Ronaldo í HM-samanhangi.

 

Tað var annars Portugal, sum hevði bóltin meginpartin av tíðini, men tað bleiv ov sjáldan vandamikið. Marokko royndi seg við mótálopum og fekk eisini nøkur hornaspørk.

 

Stóri skelkurin kom beint fyri hálvleik, tá áleyparin, Youssef En-Nesyri, stútaði eitt høgt innlegg í málið. Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá Fernando Santos, porgugisiskur landsliðsvenjari, sendi Cristiano Ronaldo á vøllin.

 

Hóast trýstið til tíðir var stórt, so stóð Marokko ímóti og er í hálvfinaluni móti vinnaranum av Onglandi og Fraklandi.