Jóannes Kalsø Danielsen hevur givið avboð til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, arbeiðir í løtuni við at finna avloysarar.
Í gjár fekk Daniel Johansen úr HB staðfest koronu, og hevur givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael. Í dag er tað høgri bakkurin hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen, sum hevur fingið staðfest smittuna og hevur givið avboð. Tað skrivar Norðlýsið eisini.
Hartil er Ári Mohr Jónsson ivasamur. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum og hevur ikki spælt síðani landsdystin móti Skotlandi. Umframt tað, so skal Håkan Ericson velja spælara nummar 24 í hópinum. Her segði landsliðsvenjarin, at hann í løtuni fyrst og fremst vil vita, um Meinhard E. Olsen verður klárur.
Sostatt er líkt til, at landsliðsvenjarin skal velja upp til fýra nýggja spælarar. Millum boðini eru Heri H. Mohr fyri Jóannes K. Danielsen, og Hannes Agnarsson, um Meinhard E. Olsen ikki verður tøkur.