Danski flokkurin Venstre fær í dag ein nýggjan stjórnarlim í dag, og tað verður enn einaferð ein av teimum kendu úr sjónvarpssendingini »Løvens Hule«. Hesaferð er tað Mia Wagner, sum skal verða talgldis- og javnstøðuráðfrú.
Hon loysir av Marie Bjerre, sum fer úr stjórnini, boðar forsætismálaráðið frá.
– Eg havi nýtt høvi at fáa størri breidd í ráðharraliðið hjá Vinstra. Mia Wagner hevur við sær ein góðan vinnulívsprofil.
– Tað er ikki soleiðis, at Marie Bjerre ikki hevur verið dugnalig. Hon fer nú at fáa aðrar týðandi uppgávur í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra, sigur formaðurin, Troels Lund Poulsen, eftir fund í tingbólkinum.
Umskiftið er liður í eini minni broyting í stjórnini, eftir at Jakob Ellemann-Jensen er farin úr donskum politikki og í okotber lat Troels Lund Poulsen sita eftir við tveimum ráðharrasessum og lutinum sum formanni í Vinstra.
Hesir tríggir sessir – saman við leiklutinum sum varaforsætisráðharri – hevði verið ov nógv fyri ein mann, segði Troels Lund Poulsen, og tí hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú saman við stjórnini broytt eitt sidur upp á samansetingina.
Mia Wagner hevur sambært formanninum í Vinstra verið limur í flokkinum »í eina viku«.
– Mia Wagner er komin í danskan politikk fyri at vera. Hon vil fegin vera við til at endurreisa Vinstra. Hon ger tað sum ráðfrú, sigur Lund Poulsen.
Wagner, sum er í nevndini í Dansk Erhverv, stovnaði í 2020 Nordic Female Founders saman við Anne Stampe Olsesen við endamálinum at »økja fjølbroytni í donsku íverksetaravirksemi«.
Hon stovnaði virki eftir luttøkuna í DR sendingini »Løvens Hule«.
Tað er aðru ferð, at Vinstri tekur ein íverksetara úr vælumtóktu sjónvarpssendingini inn í stjórnina.
Í 2018 var tað Tommy Ahlers, sum varð kendur í »Løvens Hule«, og sum haruframt hevði stovnað fleiri feløg, sum gjørdist granskingarráðharri.
Ta ferðina var tað Lars Løkke Rasmussen, sum fekk Ahlers við í stjórnina.
Umframt Miu Wagner verður eisini Stephanie Lose nýggj ráðfrú í dag.
Hon tekur yvir sessin sum búskaparmálaráðfrú, sum Troels Lund Poulsen hevur røkt, eftir at Jakob Ellemann-Jensen fyri einum mánaði síðani fór úr politikki.
Samstundis verður Morten Dahlin ráðharri fyri býir og landaøki, kirkjumálaráðharri og ráðharri fyri norðurlendskt samstarv.
Hann tekur harvið starvið hjá Louise Schack Elholm.
/ritzau/