TB má sigast at hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið. Ikki einans hava teir skorað ófatuliga nógv mál, teir hava eisini megnað, ikki at latið nakað mál fara ígjøgnum.
Higartil hava TB eina málúrtøku, ið sigur 20-0 eftir fýra dystir, og hesi tøl tala greitt fyri seg.
Í dag var 07 Vestur á vitjan, og var tað áðrenn dystin væntað, at hetta fór at verða ein tættur og spennandi dystur, men so var ikki. Til tað var TB heilt einfalt nógv betur.
TB byrjaði eisini betur, og løgdu út sum eitt óløgið, men vágaverjan megnaði at halda tørn. Allan hálvleikin hevði TB eitt massivt trýst, og um miðjan hálvleikin, eydnaðist tað loksins Olivuri Abrahamsen at fáa hol á. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.
Trýstið hjá TB minkaði ikki í øðrum hálvleiki, og tíðliga fekk Óli Johannesen økt um støðuna, tá hann var fyrstur til bóltin. Tá 70 minuttir vóru leiktir var bríkslað fyri brotssparki, og tað skoraði Jóhan Eivind trygt. Í yvirtíðini megnaði Jóhan Eivind at skora sítt málk nummar átta í landskappingini, og var tað eftir ein solotúr frá Joseph Bassana í vinstra borði.
07 Vestur royndi at menna seg, og mundu verið hepnir í onkrum støðum, men vónin var sløkt hjá teimum, og trúgvin uppá ein sigur var, at síggja til, ikki til staðar.
Samanumtikið ein rudduligur sigur til TB, ið ikki var eitt mál ov lítil.
TB-07 Vestur 4-0 (1-0)
1-0: Olivur Abrahamsen, 25
2-0: Óli Johannesen, 58
3-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 70 (br.)
4-0: Jóhan Eivind Mouritsen, 90