Føroyska U-15 landsliðið er í hesum døgum í Íslandi og roynur seg. Í dag megnaðu teir aftur at vinna á íslendskari mótstøðu. Føroyska U15-landsliðið í hondbólti hjá dreingjum hevur aftur gjørt ein ordans vørr móti íslendingum. Í gjár vunnu føroysku dreingirnir móti íslendingum við 7 málum. Og í dag eydnaðist aftur at vinna í einum meira jøvnum dysti. Úrslitið gjørdist 24-22 til Føroyar.
Liðið hjá føroyingum er hetta við málskjúttunum í dag í klombrum:
Tóki Seloy, Johan Abrahamsen, Áki Egilsnes (9 mál), Helgi Hildarson Hoydal (4 mál), Búgvi Johannesen (2 mál), John Andor í Horni Sivertsen (2 mál), John Rúnason Nielsen (2 mál), Hanus Christophersen (2 mál), Jónas Gunnarson Djurhuus (2 mál), Julian Olsen (1 mál), Beinir Ólavsson, Kjartan Johansen, Pætur Thomsen, Theis Horn Rasmussen, Tummas Jákup Sörensen, Rúni Eliasen
Venjarar eru: Ingi Olsen, Gunnar Djurhuus, Anna Dam, Erla Olsen, Brynhild Seloy.
Í morgin klokkan 13 spælir føroyska liðið seinasta dystin á ferðini.