H71 luttekur í heili níggju av 11 steypafinalum, ið hava verið og blíva spældar í gula gólvinum í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið.
Eftir mansfinaluna ímillum H71 og Neistan vóru tað Dreingir 18 hjá ávíkavist H71 og Kyndli, ið áttu tørn. Dreingir 18 fevnir um dreingir, sum eru føddir í 1997 og seinni enn tað.
Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst. Í fyrra hálvleiki var tað tó Kyndil, sum hevði munin. Eitt skifti vóru teir grønu á odda við fýra málum, men hoyvíkingarnir fingu minkað somikið nógv um munin, at í hálvleikinum vóru bert tvey mál á muni. Hálvleiksstøðan var 9-7 til Kyndil.
H71 kom sterkt aftur í seinna hálvleiki. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn teir svørtu komu á javnt, og eftir 50 minuttir kom H71 á odda á fyrsta sinni, tá ið støðan gjørdist 14-13 til H71. Allar súður vóru tó ikki syftar tá, tí at Kyndil kom afturíaftur. Endaliga úrslitið eftir teir obligatorisku 60 minuttirnar bleiv 15-15, og tískil varð neyðugt við longdari leiktíð, har tað bleiv tvær ferðir 5 minuttir.
Í fyrra hálvleiki av eykatíðini eydnaðist tað hvørgan av liðunum at skora mál. Í seinna hálvleiki av eykatíðini kom tó hol á, tá ið ávíkavist Andrias Fríðuson Gaard hjá H71 og Ólavur av Fløtum Reginsson hjá Kyndli skoraðu hvør sítt mál. Harvið gjørdist 16-16. Dysturin bleiv tó endaliga avgjørdur, tá ið hálvur minuttir var eftir. Tá var tað Hilmar Leon Jacobsen, sum eisini spældi við á mansliðnum hjá H71 fyrr í dag, sum skoraði skoraði avgerandi málið. H71 vann steypafinaluna 17-16 og er hervið steypavinnari í Dreingir 18.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Kyndil: Magnus Kárason Durhuus 5, Ólavur av Fløtum Reginsson 4, Bartal Klein Olsen 3, Tróndur Wardum 3 og Heini Edvardson 1.
H71: Erlendur Magnusson 5, Boas Heinesen 3, Andrias Fríðuson Gaard 2, Hilmar Leon Jakobsen 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Rani A. Højgaard 2 og Hjalti Joensen 1.