Tað hevur ljóðað í eina tíð og í dag hevur KÍ kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við nú fyrrverandi miðvallaran hjá HB, Dan í Soylu. Hann fylgir í fótasporunum hjá Mads B. Mikkelsen og René Shaki Joensen, sum gjørdu sama skifti fyri tveimum árum síðani.
- Tað er við gleði at vit í kvøld kunngerða at Dan í Soylu verður ein partur av KÍ hópinum tvey tey næstu árini. Vit hava skrivað sáttmála við 27 ára gamla íðna heimasandsmannin. Dan byrjar longu at venja á Djúpumýru komandi mánakvøld.
Dan í Soylu er 27 ára gamal og uppvaksin í B71. Sum ungur skifti hann til AB og síðani EB/Streym, áðrenn hann skifti til HB, har hann hevur spælt síðani 2018. Dan í Soylu spældi flestar minuttir av øll hjá HB í landskappingini í ár.