Enn eitt dráp í Aarhus í nátt

Aftur í morgun er ein 42 ára gamal maður stungin til deyðis í Aarhus. Hetta er annað drápið í býnum í minni enn 12 tímar.

 

Østjyllands Politi skrivar á Tvitter, at ein 42 ára gamal maður er stungin til deyðis í Brabrand í Aarhus í nátt, og løgreglan hevur eisini sent út tíðindaskriv um hendingina.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Østjyllands Politi klokkan 03.48 í nátt fekk fráboðan um, at fleiri fólk vóru stungin við knívi á parkeringsplássinum við Lenesvej í Aarhus.

- Løgregla og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum, og her funnu tey ein 42 ára gamlan mann, sum var raktur av fleiri stungum. Løgreglufólk og bjargarar góvu fyrstuhjálp, men stutt eftir varð hin 42 ára gamli staðfestur deyður.

Lagt verður aftrat, at tvey onnur fólk eisini eru rakt av stungum og fáa nú viðgerð.

Løgreglan upplýsir eisini, at tey fara at gera drúgvar kanningar á staðnum, men enn vilja tey einki siga um motivini ella aðrar umstøður í samband við drápið av hinum 42 ára gamla.

Hetta er annað drápið í Aarhus í minni enn 12 tímar, tí í gjárkvøldið varð eisini ein 25 ára gamal maður skotin og dripin á einum øðrum parkeringsplássi í danska býnum.