Enn er ógreitt um drona stongdi flogvøllin í Oslo

Norska løgreglan kannar framvegis tað, sum sást yvir floghavnini í Oslo, men enn er ein drona ikki staðfest.

Løgreglan í Noregi veit enn ikki, um talan var um eina dronu ella ikki, sum varð eygleidd á flogvøllinum í Oslo týskvøldið.

Tað sigur løgreglustjórin, Håkon Skulstad, við norska miðilin NRK.

- Enn er ógreitt, hvat varð eygleitt. Tað eru mótstríðandi fatanir av teimum eygleiðingum, sum vórðu gjørdar, sigur hann.

Løgreglustjórin sigur víðari, at eygleiðingarnar eisini kunnu stava frá ljósum av ymiskum slag ella einum himmallikami, sum hevur verið fataður sum ein drona.

Sambært honum hava bæði starvsfólk á flogvøllinum og løgreglan sjálv gjørt eygleiðingar í sambandi við hendingina, sum fyribils stongdi flogvøllin í Oslo.

Upplýst varð, at talan var um eygleiðing við dronu, men hetta er ikki staðfest enn.

- Tilfar verður nú savnað inn frá Avinor, Herinum og øðrum, fyri at síggja tað í samanhangi og fáa greiðu á, hvat í roynd og veru hendi. Men enn er ógreitt, um talan var um eina dronu ella ikki, sigur Skulstad við NRK.

Flogvøllurin í Oslo, Gardermoen - størsti flogvøllurin í Noregi - mátti mánadagin fyribils steingja loftrúmið í tríggjar tímar eftir illgruna um, at ein drona varð sædd.

Í Danmark var flogvøllurin í Keypmannahavn eisini stongdur í fýra tímar mánakvøldið.

Hetta hendi, eftir at løgreglan fekk fráboðan um dronuvirksemi á flogvøllinum í Kastrup klokkan hálvgum átta.

Enn er ógreitt, hvaðani dronurnar í Keypmannahavn eru komnar, hvar tær flugu aftaná, ella hvør stendur aftanfyri tær.

Fyrr í dag kallaði danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hendingina fyri "tað álvarsamasta álopið á danska kritiska undirstøðukervið higartil".

Mette Frederiksen tosaði í dag við fleiri evropiskar leiðarar, teirra millum norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Trygdartænastan hjá løgregluni (PST) í Noregi kannar eisini málið.

Sambært NRK hevur norska PST verið í sambandi við Danmark og roynir at fáa greiðu á, um samband er millum tær báðar hendingarnar mánakvøldið.

 

/Ritzau/