Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin, tá lið hansara, Fredrikstad vann seg víðari til áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini.
Í sekstandapartsfinaluni hevði Fredrikstad í kvøld dyst á útivølli móti Vaalerenga.
Jóannes átti triðseinasta fótin, tá Daniel Eid í 20. minutti legði Fredrikstad á odda 1-0. Leingi sá tað út til, at Fredrikstad fór at knógva ein 1-0 sigur. Vaalerenga hevði nakrar stórar málmøguleikar, men teir tóku ikki av fyrrenn sjey minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Men minuttin aftaná tryggjaði Henrik Skogvold Fredrikstad sigurin, og so kundu Jóannes og liðfelagarnir stórfegnast saman við fjepparunum.
Komandi sunnudag klokkan 13.30 hevur Fredrikstad torføran dyst á útivølli í bestu norsku fótbóltsdeildini móti Brann Bergen.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Vaalerenga-Fredrikstad 1-2 (0-1):
##med2##