Endamálið við hesum hjálparpakkanum er at stuðla teimum smærru fyritøkunum, og í tí sambandi haldi eg, at hann fer at gera góðan mun.
Tað sigur Ruth Vang, forkvinna fyri Framsókn, nú Løgtingið viðger annan hjálparpakkan frá landsstýrinum til fyritøkur og løntakarar, sum eru hart rakt av koronakreppuni.
Men hon heldur ikki, at hesin pakkin er fullfíggjaður og tískil kundi hon hugsa sær ymsar broytingar.
Ein treyt fyri at fáa hjálp úr landskassanum, er, at fyritøkan hevur minst 50 prosent minni í umsetningi í øðrum ársfjórðingi í ár enn hon hevði í sama ársfjórðingi í fjør.
Annars ársfjórðingur er frá 1. apríl til 30. juni, men tað hóvar ikki Ruth Vang, at markið er knívskorið upp á 50 prosent. Tað merkir, at ein fyritøka, sum hevur mist 49 prosent av umsetninginum fær onga hjálp.
Vit kundu hugsa okkum eina stigvísa skipan, so at eisini fyritøkur, sum hava mist minni enn 50 prosent, fáa stuðul, sigur Ruth Vang.
Men hon hevur eisini skilt á lagnum, at tað er ikki óhugsandi, at markið verður broytt og at skipanin verður stigvís.
Ein onnur atfinngin er, at tær nýggju fyritøkurnar, sum ongan umsetning høvdu í øðrum ársfjórðingi í fjør, fáa ongan stuðul, hóast alt virksemið er farið fyri skeyti.
Av tí at hesir nýggju íverksetararnir ongan umsetning høvdu í øðrum ársjórðingi í fjør, fáa teir sostatt heldur onga hjálp úr hesum hjálparpakkanum.
Men Ruth Vang sigur, at hon hevur skilt á politikarum, at øll vón er ikki úti fyri hesar nýggju fyritøkurnar og at pakkin kanska verður broyttur, so at eisini tær sleppa upp í part.
Men annars væntar hon, at tað verður neyðugt við fleiri hjálparpakkum, eitt nú til fiskivinnuna, sum eisini er hart rakt.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr forkvinnuna í Framsókn siga sína hugsan um nýggja hjálparpakkan hjá landsstýrinum.