Enn ber ikki til at siga, nær peningurin verður játtaður, so at ítróttarháskúlin í Vági fær betri høli at vera í. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at játta pengar til nýggj høli til ítróttarháskúlan.
Talan er um tríggjar milliónir, sum skulu til soleiðis at skúlin fær nøktandi hølisumstøður, og møguleika at taka fleiri næmingar inn
Hetta er eitt mál, sum hevur drigið út og tí hava vágbingar vent sær til Mentamálaráðið um at fáa gongd á málið
Jenis av Rana sigur, at Landsverk hevur reist nakrar spurningar í sambandi við ætlanina, eitt nú um kostnaðarmetingina og eisini um sjálva staðsetingina.
Tað er neyðugt at viðgera hesi viðurskifti nærri, áðrenn endalig støða verður tikin til, um peningur skal játtast til hesa verkætlan, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at hann er greiður yvir, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tørv á betri hølisumstøðum, og tað miðjar hann eisini eftir at gera. Men í løtuni ber ikki til at siga, nær peningur verður játtaður, tí nú verða ivamálini, Landsverk hevur reist, útgreinað.