Tað er ikki nógvir svimjarar, ið hava nakran kjans, tá ið amerikanski Michael Phelps er ein av mótstøðumonnunum í hylinum. Í nátt vann Michael Phelps enn eina gullmedalju, tá ið hann kom fyrstur á mál í 200 metra blandaðari svimjing. Hetta er fjórða gullmedaljan hjá Phelps í hesum olympisku leikunum.
Phelps kom á mál næstan tvey sekund frammanfyri japanska Kosuke Hagino. Síðani endaði kinesiski Shun Wang sum nummar trý.
Fjórða gullmedaljan í hesum leikunum viðførir, at 31 ára gamli Michael Phelps hevur vunnið ikki minni enn 22 gullmedaljur í olympisku yrkissvimjileið síni. Hetta merkir, at Michael Phelps er tann besti olympiski ítróttarmaðurin nakrantíð, tí at ongin annar íðkari er í nær námind av at hava vunnið so nógvar gullmedaljur.
Harafturat hevur Phelps vunnið tvey silvurheiðursmerki og bronsuheiðursmerki í olympisku leikinum, ið hann hevur tikið lut í. OL Í Rio í ár er triða ferðin, at Michael Phelps luttekur í olympisku leikunum.