Enn vantar nógv grundleggjandi á ferðavinnuøkinum

STÓR framstig eru hend innan ferðavinnu seinastu árini. Tað er bygt út her og har og tænastuveitingarnar eru batnaðar munandi. Tilboðini eru fleiri, men enn vantar nógv grundleggjandi.

TAÐ skilst, at ferðavinnumyndugleikin umsíður er komin eftir, at vit eiga at leita serligar bólkar upp, og fáa teir henda vegin. Her verður fyrst og fremst hugsað um tey fólk ? ferðafólk ? sum hava náttúruáhugamál.


TAÐ verið seg at ganga, fiska, hyggja at fuglalívi, ríða, sigla, súkkla ella bara tað at uppliva eina spennandi, vakra, stórsligna og eisini vandafulla náttúru. Og ikki minst eitt reint umhvørvi. Og umhvørvið er reint, tá hugsað verður um luft og sjógv, samstundis sum Føroyar munnu vera eitt tað skitnasta landið, tá tað kemur til órudd, burturkast og aðra óhumsku, sum sløðist í bygdum og óbygdum.


TÁ tað í byrjanini varð sagt, at nógv grundleggjandi vantar, so verður hugsað um nakað so grundleggjandi sum toilettviðurskifti. Gongur tú í hesum døgum við Eystaru- ella Vestaruvág, so koma dagliga fremmandir seglbátar inn á vágna, men enn er ikki so frægt sum eitt toilett við havnarlagið. So seint sum fyrradagin spurdi ein trongdur siglari oddagreinskrivaran, hvar hann kundi kasta sær á vatninum.


TAÐ ljóðar, at felagið hjá smábátaeigarum er við at fáa toilett- og brúsuhentleikar í rætt lag í húsum sínum niðri í Vágsbotni, og tað er alla æru vert, men álvaratos, so er hetta ein kommunal uppgáva. Tórshavnar kommuna fær helst mest burtur úr ferðavinnuni her á landi, men higartil hevur kommunan gjørt lítið annað enn at hava eitt tjaldingarpláss opið Yviri við Strond í summarmánaðunum.


FERÐARÁÐIÐ og tey, sum har starvast, gera eitt stórt og uppfylgjandi arbeiði ? hóast fólk í pørtum av ferðavinnuni er alt annað enn nøgd ? men skal nakað munagott fáast burtur úr ferðavinnuni, so má politiski myndugleikin ásanna, at neyðugt er at gera fleiri íløgur í nógv grundleggjandi viðurskifti. So sum toilett, tjaldingarpláss, gøtur, skelti, søvn, frítíðarpláss til børn, tænastustøð osfr. Eins og tað er neyðugt at taka av forðingar sum MVG, vantandi skeinkiloyvi, vantandi avsláttur til matstovur á Rúsuni og onnur darvandi viðurskifti.