Enskt brak í Champions League

PSV líktist ongantíð í dystinum einum liði, ið kundi fara at skapa sensatiónina. Einasta málið í dystinum skeyt Peter Crouch í 67. minutti, - tríggjar minuttir eftir at Marcellis fekk reytt kort hjá PSV. Fyrri dysturin í Eindhoven endaði 3-0 til Liverpool, og enska felagið vinnur sostatt samanlagt 4-0.

 

Í hálvfinaluni bíðar enska meistaraliðið, Chelsea.