Í blaðnum mikudagin skrivaðu vit, at tá ið veirurin á bedingsvogninum hjá Tórshavnar Skipasmiðju slitnaði mánadagin, var tað fyrstu ferð í søguni hjá skipasmiðjuni, at hetta var komið fyri. Hetta hava vit síðani fingið at vita, er ikki heilt rætt.
Í 1969 kom eldur í Saturn, sum stóð uppi á beding á Skipasmiðjuni, og tá smeltaði veirurin á vogninum, sum fór á sjógv. Tíbetur vóru arbeiðsmenninir júst farnir í kaffisteðg, og hetta var ivaleyst høvuðsorsøkin til, at ongin fólkaskaði var í sambandi við hendingina.