Hvat er ein fullveldisfíggjarlóg?
Av góðum grundum vita vit ikki so nógv um, hvussu ein fullveldisfíggjarlóg kemur at síggja út. Fyrstu ferð vit hoyrdu um hetta fyribrigdið, var tá nýkosnið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at hann fór at fyrireika framløguna av eini fíggjarlóg, sum týðiliga skuldi vísa á, hvussu vit føroyingar skulda húsast, tá vit høvdu fingið fullveldið. Gud havi lov fyri, at vit enn ikki hava sæð eina slíka, men tað er okkurt, sum bendir á, at ávísar fyrireikingar nú eru farnar í gongd. Sjálvur hevur hann boðað frá, at rentustuðulin til sethúsaeigarar skal skerjast, og nú kemur Helena Dam á Neystabø við boðum um, at skurðtilbúgvingin á smáu sjúkrahúsunum skal niðurleggjast.
Rentustuðulin
til sethúsaeigarar
Eg minnist væl, at vit gjørdu broytingar í rentustuðulsskipanini, meðan kreppan enn herjaði hetta land. Broytingin var, at vit hækkaðu henda yvir nøkur ár, og síðan avtrappaðu vit hann aftur yvir nøkur ár niður á tað støðið, hann annars frammanundan var á. Hetta var eitt tiltak fyri at hjálpa sethúsaeigarunum, tá inntøkugrundarlagið knappliga sveik hjá so nógvum. Og tað er eingin ivi um, at hetta hjálpti mongum, hóast ikki øll kláraði skerini.
Nú er Karsten Hansen frammi við, at rentustuðulin skal lækka uppaftur meira, tí hann hevur ikki ta ávirkan, sum hann eftir ætlan skuldi. Men áðrenn slíkar broytingar verða gjørdar, so eiga vit at fara aftur og finna orsøkina til broytingina. Hví kom hesin? Jú, fyrst og fremst fyri at hjálpa sethúsaeigarunum, serliga barnafamiljunum við at seta føtur undir egið borð. Tí má ein broyting í rentustuðulsskipanini samstundis avloysast av aðrari skipan, sum meira beinrakið hjálpir hesum sethúsaeigarum, meðan vit onnur kanska kunnu liva við eini lækking.
Um tað einsamalt verður talan um eina lækking av rentustuðulin, so skal Karsten Hansen vita, at hann ongan stuðul fær frá Javnaðarflokkinum. Men um broytingin samstundis inniber eina skipan, har barnafamiljur og fíggjarliga hart raktir sethúsaeigarar fáa stuðulin aðrar vegir, so kunnu vit tosa saman. Um hann henda vegin veruliga vil veita stuðulin til júst tey, sum mest hava hann fyri neyðuni, so er støðan ein onnur. So er tað sagt.
Men tað er tó mangt, sum bendir á, at landsstýrismaðurin við hesi ætlan er farin undir fyrireikingarnar til eina fullveldisfíggjarlóg, og tí ætlar hann bert at skerja stuðulin. Tí verða sethúsaeigararnir millum teir fyrstu, ið koma at merkja avleiðingina av einari fullveldisfíggjarlóg, um Karsten Hansen og Tjóðveldisflokkurin fáa sín vilja.
Tíbetur sær tað tó út til, at andstøðan í hesum máli við hjálp frá atfinningarsomum fólkafloksfólkum kunnu forða hesi ætlan.
Tey smáu sjúkrahúsini
Og so hendi tað enn einaferð. Hógvarnir á sjúkrahússentralistunum hava nú í longri tíð ikki verið sjónligir, hóast vit væl vistu, at teir framvegis vóru har. Við Helenu Dam á Neystabø sum talsmanni leggja teir nú til brots og mæla til at lata skurðdeildirnar í Klaksvík og í Suðuroynni aftur.
Orsøkin nú er, at vit hava ikki ráð at hava dupultfunktiónir, sum tað so fínt verður sagt. Og so sigur ein lækni í gjár, at infrastruktururin er vorðin so góður, at óneyðugt er við skurðdeildum á teimum smáu sjúkrahúsunum. Men álvaratos. Er Suðuroyarfjørður vorðin styttri, er túratalið hjá Smyrli sett upp, er tyrlusambandið vorðið betur, ella hvat er tað, sum ger, at lættari er at koma úr Suðuroynni til Havnar?
Vit kunnu verða samd um, at fólkagrundarlagið fyri sjúkrahúsunum er lítið, men tað er fáa vit einki gjørt við her og nú. Tað er ein prísur, sum ein rakstur av einum oyggjalandið hevur. Hin vegin lysti meg at vita, hvussu nógv sjúkrahús vit fara framvið, um vit við bili við miðalferð koyra vestureftir úr Keypmannahavn í einar tríggjar til fýra tímar.
Skulu vit tosa skilatos, so má tað vera meira perspektiv í, at vit gera brúk av teimum møguleikum, sum smáu sjúkrahúsini geva. Gerið heldur eitt arbeiðsbýti, har vit fult út gagnnýta teir møguleikar, smáu sjúkrahúsini geva, soleiðis at hesi framhaldandi kunnu geva íbúgvunum á staðnum tann neyðuga tryggleikan. Alt annað eru risaafturstig, sum skjótt og brátt forkoma trivnaðinum í útjaðaranum, sum frammanundan er út av lagi vánaligur av øðrum orsøkum.
Fyri einaferð skyld má eg siga, at eg eri so rørandi samdur við bæði Jógvan við Keldu og Páll Vang, og eg ivist ikki í, at vit verða nógvir, sum fara sláa manngarð um smáu sjúkrahúsini.
Helena Dam á Neystabø segði í útvarpinum nú ein dagin, at vit hava brúk fyri politkkarum, sum tora. Jú, eg kann ikki annað enn vera samdur, men eg má tó skoyta uppí, at vit hava so sanniliga eisini brúk fyri poltikkarum, sum ikki bara tora, men eisini hava vit og skil.
Um Helena Dam á Neystabø vil vísa sítt politiska dirvi, so kann hon hóskandi loysa trupulleikarnir, sum eru á Landssjúkrahúsinum, heldur enn at fara út og skapa nýggjar trupulleikar. Tú loysir ongar trupulleikar við at skapa nýggjar.
Smáu sjúkrahúsini eru vælvirkandi, so míni ráð til Helenu skulu vera, at hon gevur teimum arbeiðsfrið. Gloym hatta hugskotið ongantíð ov skjótt. Og heldur tú áfram, so skalt tú síggja leikir.
Nú eri eg ikki sakligur, fer Høgni Hoydal at siga
Ivist onga løtu í, at soleiðis verður sagt næstu ferð vit lata bløðini upp. Rentustuðulin til sethúsaeigaranar og niðurlegging av skurðdeildunum á smáu sjúkrahúsunum hava einki við fullveldi at gera, fer Høgni Hoydal uttan iva at siga.
Men hann sigur so mangt, so tað kann hann so eisini siga. Vit onnur vita, at Karsten Hansen hevur hátt okkum við eini fullveldisfíggjarlóg, og vit kunnu tí ikki annað enn rokna við, at hesi tiltøkini hjá Karsten og Helenu eru fyrstu stigini til eina slíka. Tey eru í løtuni við at leggja síðstu hond á uppskotið til komandi fíggjarlóg, so neyvan ríkur av ongum brandi í hesum føri. Hví skulu hesi tiltøk fremjast, nú landskassin er á tremur, tá vit aðrir, meðan kreppan leikaði harðast á, enntá útbygdu somu øki við ongum pengum?
Vanligi føroyingurin ivast so ikki í, at fullveldið fer at hava ein prís. Er hetta ein forsmakkur? Vit kunnu ikki annað enn halda, at so er.
Jóannes Eidesgaard