Er Loch Ness djórið bara ein risastórur álur?

Tað hevur ikki eydnast at avlíva mytuna um, at eitt stórt skrímsl er í Loch Ness vatninum í Skotlandi.

 

Í næstan 1500 ár eru frásagnir komnar um eitt stórt skrímsl í skotska vatninum, Loch Ness. Nú hevur ein granskarabólkur greinað dna úr vatninum, og tey halda seg nú hava eina frágreiðing. 

Tað var í fjør, at professarin, Neil Gemmell, stóð á odda fyri einari rannsóknarferð og savnaði umleið 200 vatnroyndir úr Loch Ness vatninum. Í vatninum kunnu nevniliga finnast arvaeginleikar frá ymiskum lívi.

- Tað eru fleiri enn túsund fólk, sum halda seg hava sæð eitt skrímsl í Loch Ness, og kanska okkurt er at finna her, segði professarin, tá hann sat í einum báti á vatninum.

Nú hevur granskarabólkurin á University of Otago í Ný Sælandi greinað vatnroyndirnar, ið eru samanbornar við royndir, sum finnast í dátugrunnum, og fyri einari viku síðan kom professarin, Neil Gemmell, við einari niðurstøðu.

- Út frá fleiri enn túsund eygnavitnum er møguligt at gera sær eina meting av, hvat tað kann vera, sum so mong siga seg hava sæð í Loch Ness vatninum, sigur hann við BBC.

Professarin sigur, at talan er ikki um ein dinosaur, og talan er heldur ikki um ein risastóran fisk, háv ella styrju, men talan kann vera um ein stóran ál.

NRK veit at siga, at umleið 400.000 ferðafólk vitja Loch Ness á hvørjum ári, og ferðafólkini hava stóran fíggjarligan týdning fyri lokala umhvørvið.

Nógvar kanningarferðir eru gjørdar, har leitað hevur verið eftir skrímslinum, og her hava verið brúktir undirvatnsbátar og ymiskar framkomnar skipanir.

Flestu niðurstøður eru, at tað er einki óvanligt at finna í Loch Ness vatninum. Tað hevur tó ikki eydnast at avlíva mytuna um eitt stórt skrímsl, tí tað er trupult at prógva, at einki óvanligt er.

Neil Gemmell, sum stóð á odda fyri nevndu rannsóknarferð, segði í sínari framløgu, at granskarabólkurin eingi prógv hevur fingið fyri, at Loch Ness skrímslið er til.

- Men, vantandi prógv fyri, at okkurt er, merkir ikki, at prógv eru fyri, at einki er, legði professarin aftrat í sínari framløgu.

##med2##