Er sinnaður at hjálpa virkjum í Suðuroynni

Tað skal verða bíligari hjá virkjum í Suðuroy at sleppa av við slógvið

Nú skal tað verða bíligari hjá fiskavirkjum í Suðuroynni at sleppa av við slógvið.

Hetta er úrslitið av einum fundi ímillum Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum og løgtingsmenninar úr Vági, Flemming Mikkelsen og Hergeir Nielsen.

Triði løgtingsmaðurin úr Vági, Hendrik Old, er burturstaddur.

Fiskavirkini í Suðuroynni eru komin illa fyri av kravinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at slógvið skal fyribeinast á forsvarligan hátt.

Virkini hava fingið boð um, at tey sleppa ikki at arbeiða fisk aftur, fyrrenn slógvtrupulleikin er loystur.

At beina fyri slógvinum á forsvarligan hátt, merkir, at tað skal førast til Fuglafjarðar, sum eru teir einastu, sum taka ímóti tí.

At koyra tað í havið er forboðið.

Trupulleikin er, at tað er so dýrt at føra slógvið norður. Virkini fáa millum 14 og 17 oyru fyri kilo av slógvi, men tað kostar 41 oyru fyri kilo at føra tað norður.

Tvs, at virkini í Suðuroynni hava 24-28 oyru í undirskotið fyri kilo av at beina fyri slógvinum, meðan tað er eitt ískoyti til raksturin hjá virkjunum norðanfjørðs.

Virkiseigarar í Suðuroy halda, at tað er órættvíst, at slík umhvørvistiltøk eru kappingaravlagandi. Teir halda, at tað eigur at kosta tað sama av sleppa av við slógvi, sama hvar í landinum virkið er.

Teir hava tí sett seg í samband við politikarar úr bygdini um málið. Úrslitið av tí fundinum var, at løgtingsmennir fingu fund við vinnumálaráðharran

? Hetta var ein positivur fundur, sigur Hergeir Nielsen, sum tók stig til hann.

Hann sigur, at teir greiddu landsstýrismanninum frá teirri vónleysu støðu, sum virkini í Vági vóru í.

? Landsstýrismaðurin skilti fullvæl støðuna og hann varð sinnaður at gera nakað við málið.

? Og hann lovaði at seta kanningar í verk beinanvegin at vita, hvussu munurin ímillum virkini í Suðuryoynni og restini av landinum kundi útjavnast í hesum máli. Hvussu tað kann gerast, er ov tíðliga at siga enn.

Men helst verður antin talan um flutningsstuðul, ella verður farmagjaldið lækkað.