Er stoltur av FarGen-fíggingini

Sjúrður Skaale sigur seg vera sera erran av, at honum megnaðist at veita fígging til føroysku FarGen-verkætlanina

Sjúrður Skaale sigur seg vera sera erran av, at honum megnaðist at veita 12 milliónir krónur til vega av donsku fíggjarlógini til føroysku FarGen-verkætlanina

- Eg helt tað var týdningarmikið at bjarga FarGen-verkætlanini, og tí tók eg hesi stig, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum hevur fingið nakað av ábreiðslum fyri at seta føroyskar verkætlanir á donsku fíggjarlógina.

Javnaðarflokkurin leggur í valskrá síni dent á, at flokkurin ikki skal arbeiða ímóti vilja Løgtingsins og Sjúrður Skaale leggur dent á, at hann hevði tryggjað sær undirtøku frá øllum ávirkaðum pørtum í Føroyum, áðrenn hann fór at virka fyri, at fáa FarGen-verkætlanina á donsku fíggjarlógina.

- Støðan var als ikki tann, at løgtingið var ímóti verkætlanini, men hon fann ikki neyðugu fíggingina til hana. Søkt hevði verið úr ymiskum grunnum eisini, tó uttan úrslit. Tí tók eg stig til at bjarga verkætlanini við at fáa pening av donsku fíggjarlógini fyri fíggjað byrjanina av verkætlanini, soleiðis at hon kundi koma upp at standa, sigur Sjúrður Skaale, og greiðir frá, at hann tryggjaði sær undirtøku frá Ílegusavninum, Heilsumálaráðnum og øllum øðrum ávirkaðum pørtum, áðrenn hann fór til donsku stjórnina við umbønini.

- Hetta er ein einastandandi møguleiki at styrkja granskingina í Føroyum og aðrar avleiddar vinnur. Medisinalídnaðurin er tann ídnaðurin í heiminum, sum nýtir mest pening upp á gransking. At hava hesa verkætlanina í Føroyum kann leiða til øktar inntøkur og fleiri arbeiðspláss, sigur Sjúrður Skaale, sum eisini nevnir, at KT-vinnan í Føroyum kann njóta gott av hesum.

- Øll hesi datu, sum liggja í ílegum okkara, skulu goymast talgilt. Tað er upplagt, at føroyskar KT-fyritøkur taka hesa uppgávu á seg, sigur Sjúrður Skaale.

Les meiri um valskrá og valevni Javnaðarfloksins til Fólkatingið í dagsins Sosiali.