AB tapti 0-2 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á útivølli ímóti HB.
Hóast tapið og minni góða útgangsstøðið er høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel við gott mót enn.
Sorin Anghel er tó alt annað enn glaður fyri, at verjan hjá AB ikki var árvakin fyrstu løtuna tá HB fekk bæði málini.
- Eg trúgvi framvegis uppá tað. Tað er ikki ómøguligt at vinna á HB á heimavølli, sigur Sorin Anghel.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sorin Anghel aftaná fyrru hálvfinaluna millum HB og AB.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá HB, viðmerkingarnar hjá André Olsen, og samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson hoyrist alt HER