Erdogan: Størsta vanlukka í Turkalandi síðani 1939

Fyri 84 árum síðani doyðu 32.700 fólk í jarðskjálvta í Turkalandi.

 

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, sigur, at seinasti skjálvtin er ógvusligasta náttúruvanlukka síðani 1939, tá næstan 33.000 fólk doyðu í jarðskjálvta. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix  

Jarðskjálvtin, sum risti Turkaland í nátt, er størsta náttúruvanlukka, sum hevur rakt landið síðani 1939.

Tað staðfestir landsins forseti, Recep Tayyip Erdogan, skrivar tíðindastovan Reuters.

Fyri 84 árum síðani kravdi ein jarðskjálvti við turkiska býin Erzincan umleið 32.700 mannalív.

Fyribils eru staðfest, at 912 eru deyð í Turklandi í sambandi við seinasta jarðskjálvtan. Fleiri enn 5.000 hava fingið skaða.

Haruframt eru 2.828 bygningar rapaðir, sigur Erdogan.

– Sambært seinastu tølum var styrkin á jarðskjálvtanum 7,7. Tað er størsta náttúruvanlukka í Turkalandi síðani 1939, sigur Erdogan á tíðindafundi.

Hann vísir á, at fleiri umstøður hava gjørt bjargingararbeiðið trupult.

– Øll leggja harta og sál í bjargingina, sjálvt um vetur er við kulda og kava, sum ger arbeiðið enn truplari, sigur forsetin.

Erdogan dylur ikki, at talið av deyðum kann halda fram at hækka, meðan bjargingararbeiðið fer fram.

Bjargingarfólk stríðast við at leita eftir fólki á lívi í húsaleivdunum. Skjálvtin hevur kostað mannalív bæði í Turkalandi og í Sýria. Á middegi eru fyribils tølini av staðfestum deyðum 1400 í báðum londum.

– Í dag er dagurin, har 85 milliónir eru felags um eitt hjarta, sigur Erdogan og sipar til, at alt turkiska fólkið stendur saman.

Jarðskjálvtin rakar í landsynningspartinum av Turkalandi nærindis markinum til Sýria klokkan 01.17 okkara tíð.

Júst Turkaland liggur í mest aktiva jarðskjálvtaøkinum í heiminum og hevur gjøgnum søguna fleiri ferðir verið rakt av fleiri jarðskjálvtum.

Í 1999 rakti ein skjálvti við somu megi sum í dag Turkaland nærindis stórbýnum Istanbul. Tá doyðu 17.000 fólk.

/ritzau/Reuters

 

##med2##

 

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, sigur, at seinasti skjálvtin er ógvusligasta náttúruvanlukka síðani 1939, tá næstan 33.000 fólk doyðu í jarðskjálvta. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix