Ergo fyri aðru ferð

Nógv tónleikatiltøk eru í Suðuroynni um vikuskiftið og nýggi tónleikabólkurin Ergo fer á pall fyri aðruferð leygarkvøldið á Seglloftinum Bólkurin Ergo er mannaður við bæði royndum og minni royndum tónleikarum, og leggur seg eftir at spæla blandað tilfar, eisini tað, ið er frammi júst nú.

Ergo, við sangkvinnuni Sunrid Kjærbæk á odda, var á palli fyrstu ferð fyri 14 døgum síðani í Vági, og er aftur fyri aðru ferð leygarkvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri.