Týsdagin skifti Christian Eriksen frá Tottenham í Onglandi til inter Milan í Italia. Hann hevði bara eitt hálv ár eftir á sáttmálanum, men ynskti ikki at leingja. Nú valdi Tottenham at selja, fyri at fáa nakrar milliónir krónur í kassan. Tað bleiv til 155 av slagnum.
Longu í gjár var danski landsliðsspælarin at síggja í svørtu og bláu troyggjuni hjá Inter Milan, sum spældi móti Fiorentina í italsku steypakappingini. Inter Milan vann 2-1, eftir at Christian Eriksen kom á vøllin í seinna hálveiki.
Millum liðfelagirnir eru fleiri fyrrverandi Premier League spælarar. Tríggir av teimum er fyrrverandi Manchester United spælararnir, Alexis Sanchez, Ashley Young og Romelu Lukaku, umframt Victor Moses, ið er komin frá Chelsea.
Tað eru ymiskar meiningar um leilutin hjá Tottenham í skiftinum. Onkur heldur at tað er flott at fáa 155 milliónir fyri ein spælara, sum í summar kundi farið ókeypis. Onnur vísa á, at Liverpool fekk næstan eina milliard krónur fyri at selja Philippe Coutinho fyri tveimum árum síðani. Teir báðir mundu hava sama virðið tá.