Tað var ikki lukkuligt, tá ið Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði við gentumanning í dag vann á Ólavsøku og harvið tryggjaði sær FM heitið.
Starturin hevur onkra ferðina verið betri, enn hann var tað í dag. Men tað var skjótt, at Erla Kongsdóttir legði seg á odda, og so hefti einki fyri grøna bátinum. Erla Kongsdóttir legði seg á odda, og Erla Kongsdóttir rann støðugt frá øllum hinum.
Tær úr Fuglafirði róðu heilt fyri seg sjálvar fram ímóti málinum, og tá ið tær fóru um málstrikuna, var fjarstøðan aftur til næsta bátin tríggjar bátslongdir og kanska meiri enn so.
Hvassi fekk ikki besta startin, men Hvassi vann seg kortini fram á næstfremsta plássið, sum hann vann trygt. Kappingin um næstu plássini var sera stór.
1 Erla Kongsdóttir 05:18.20
2 Hvassi 05:27.19
3 Sílið 05:29.12
4 Blikur 05:33.18
5 Fípan Fagra 05:33.21
6 Tjaldrið 05:34.15
7 Ørnin 05:36.10
8 Pílur 05:50.21
9 Royndin Fríða 06:00.19
Endaliga støðan
1 Erla Kongsdóttir 47 (FM)
2 Hvassi 43
3 Blikur 30
4 Sílið 25
5 Tjaldrið 20
6 Fípan Fagra 19
7 Ørnin 7
8 Royndin Fríða 5
9 Pílur 0