Eru á veg á Gøtu við grind

Einir 30 bátar eru hjá henni - og hon er nú dripin

Fyrr í morgun varð rópt grundaboð í Gøtu. Grindin lá uttan fyri Gøtu, og einir 30 bátar eru hjá henni. Grindamenn siga, at hon gongur við fullari ferð inn á Gøtu, har ætlanin er at halda henni til í Syðrugøtu.

 

Mett verður at grindin er eini 50 hvalir. 

 

Dagføring: Grindin kom í drápið fyri eini løtu síðani, og drápið er liðugt. Tað var nokk av fólki á sandinum, og grindamenn siga, at drápið gekk bæði skjótt og væl og tók bara nakrar fáar minuttir.

 

##med2##