Mynd: Jorge Guerrero/Ritzau Scanpix

Eru farin at flyta fyrstu ferðafólkini av ferðamannaskipi

Heilsustarvsfólk fara umborð á skip har fleiri eru smittað við hantavirus. Spaniólar skulu fyrst av skipinum

Mynd: Jorge Guerrero/Ritzau Scanpix

Tilgongdin at flyta ferðafólk av ferðamannaskipinum MV "Hondius", har fleiri eru smittað við hantavirus, er byrjað.

Í morgun fóru heilsustarvsfólk umborð á skipið fyri at gera eina endaliga kanning og byrja at taka tey fyrstu ferðafólkini av skipinum.

Tað upplýsir spanska heilsumálaráðið sambært Reuters.

Skipið kom fyrr í dag í sjóøki nærhendis havnini í Granadilla á sponsku oynni Tenerife. Her verður skipið ankrað, meðan ferðafólkini verða flutt burtur.

Fyrsti bólkurin av ferðafólkum, sum eru flutt burtur, eru spanskir ríkisborgarar.

Teir verða sigldir í land í smábátum. Eftir hetta verða tey beinanvegin flutt í innsiglaðar bussar, sum koyra tey til lokala flogvøllin.

Eitt spanskt stjórnarflogfar bíðar eftir at fáa tey til Madrid.

Embætisfólk frá sponsku stjórnini leggja dent á, sambært Reuters, at ferðafólkini ikki fara at hava samband við almenningin.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Jorge Guerrero/Ritzau Scanpix

Mynd: Danilson Sequeira/Reuters/Ritzau Scanpix