Her verða ferðafólkini og partur av manningini, sum tilsamans eru umleið 150 fólk, flutt av skipinum, eftir at hantavirus útbrot frammanundan var umborð á skipinum.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur áður upplýst, at tað eru seks staðfestir tilburðir av hantavirus av átta tilburðum, sum eru undir illgruna. Trý av fólkunum eru deyð.
Tað eru ikki longur nakrir illgruni um hantavirus, sum vanliga breiðir seg millum gnagarar, eftir á skipinum.
Ferðamannaskipið, sum setti kós úr Argentina 1. apríl, nærkaðist Tenerife sunnunáttina, sum sambært BBC hevur fyrireikað komuna hjá skipinum í smálutum.
Soleiðis fer evakueringin fram stig fyri stig:
* Trygdarøki: Tá MV "Hondius" kemur, verður ikki loyvt at sigla beinleiðis inn í ídnaðarhavnina Granadilla. Tá tað nærkast havnini, verður eitt trygdarøki á eina sjómíl sett rundan um skipið. Akker verða slept tætt við Havnina fyri at tryggja framhaldandi isolatión hjá skipinum.
* Læknakanning: Tá skipið hevur latið akkerið falla, fara læknatoymi umborð á MV "Hondius" at kanna ferðafólk og manning fyri tekin um hantavirus. Hetta skuldi verða umleið klokkan 07:00 danska tíð.
* Býti: Ferðafólkini verða síðani býtt í smærri bólkar eftir tjóðskapi. Bólkarnir verða sigldir til strondina í smærri bátum. Her hava spanski herurin og neyðhjálpartænastan sett tjøld upp, samstundis sum atgongdin til økið er stongd fyri almenninginum.
* Flogferðsla: Leigað flogfør verða klár á lokala flogvøllinum at taka ímóti bólkunum, sum verða flogin aftur til hvørt sítt land.
* Isolatión: Hantavirus hevur eina inkubatiónstíð upp til níggju vikur, so ferðafólk noyðast helst at vera í isolatión, eftir at tey eru komin heim aftur. 14 spanskir ríkisborgarar eru avbyrgdir á einum hernaðarsjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Madrid. Tey verða kannað áðrenn isolatión og aftur eftir sjey døgum.
* Eftirlit: Serlæknar frá universitetssjúkrahúsinum í Tenerife, Sjúkrahúsið Nuestra Señora de Candelaria, eru til reiðar, um nakar gerst álvarsliga sjúkur undir evakueringini av MV "Hondius".
* Manning: Stívliga 30 av manningini verða verandi umborð á ferðamannaskipinum, sum skal sigla til Hollands, har tað er skrásett.
Kelda: BBC og CNN.
/Ritzau/
##med2##











