Eru menniskjuni komin frá apunum?

Eyðun Mohr Viderø

Vit læra í bíbliusøguni, at alt upprunaliga varð skapt, so sum hav, land og loftrúm, og síðani alt livandi so sum fiskur og hvalur í sjónum, fuglar, ið kundu ferðast í luftini og djórini á jørðini. Seinast og yvir øllum varð skapt ein hægri vera, menniskjan, ið skuldi hava tamarhald á øllum øðrum livandi.
At soleiðis er hóttað, kunnu vit sjálvsagt ikki prógva, men fyri at halda hetta vera rætt, skal ein trúgv til. Og hóast trúgvin í mangar mátar er veik, so stendur ivin eftir, hvussu alt kann vera so vísiliga sett saman, uttan at ein hægri makt hevur verið uppi í!!
Millum tey vísu og skúlaðu eru settir mangir tankar fram, hvussu alt er vorðið til av tilvild, at menniskjan við sínum sermerkta vísdómi er ein grein av djóraheiminum-frá apunum-, og hevur ment seg hagar, hon er í dag!
Hetta kann heldur ikki prógvast, men verður í tí sambandi víst á, hvussu nógv menniskju í kroppsliga uppbygninginum líkjast apunum, at hetta má vera tekin um, at vit hava ment okkum frá apunum til tað, vit eru í dag!
Hetta seinna kann vera rættuliga áhugavert at hyggja eitt sindur nærri at, og lættast er at ferðast í heimliga umhvørvinum.
Tey vísu í okkara samfelag, ið vit frætta mest frá, eru okkara politikarar og fjølmiðlafólk. Onnur eru mest aftan læstar dyr og koma dagliga ikki fyri mannaeygu ella oyru, kanska við undantaki av einum "professara", ið kannar kyksilvur í mongum livandi, so sum hvali v.m., tí hetta tungmetal er so heilsuskaðiligt, men nú er funnið kyksilvur í einum hári frá menniskja, ið langtsíðan er deytt, men sleit kortini kanska høgan aldur?!
Í seinastuni hava vit verið vitni til heilaverkið hjá okkara "klóku" politikarum, og hvat sigur tað so okkum um henda vísa partin av mannaættini?
Fyri at taka tvey dømi úr politiska leikinum, so er fyrst at nevna álitið frá Vinnunevndini, har samd nevnd mælti til at broyta upprunauppskotið frá Landsstýrinum um upp- og afturlatingartíðir soleiðis, at ikki er loyvt handlum at halda opið millum kl. 10 og 14 sunnu-halgidagar. Var hetta væl umhugsað av okkara vísu? Tað hildu teir, inntil teir varnaðust, at sjálvt andaligu hirðarnir flentu at teimum, so hendi tað, at eingin av limunum í vinnunevndini atkvøddi fyri teirra egna broytingaruppskoti, tá hetta kom til viðgerðar í løgtinginum!!!???
Eg var staddur eystanfyri Fugloynna við trolara eftir upsa, og góða tíð áðrenn hálast skuldi hevði sjónvarpið sending við kjaki millum Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, leiddir av Boga Godtfred um uppskot samgongunnar viðvíkjandi nýggjum-broyttum sáttmála millum Føroyar/Danmark um rættindi Føroya at tingast og gera sáttmála við onnur lond.
Fyrst er at siga, at blaðmaðurin var alt ov einvísur til at royna at fella løgmann, og hann kláraði ikki ella vildi als ikki stýra orðaskiftinum. Tað var undir alt lágmark, hvussu fremstu politikkarar okkara ikki dugdu vanligan fólkaskikk, og lótu ikki hvønn annan fáa frið siga sína meining, uttan at blanda seg upp í og avbróta røðaran, og tí var orðaskifti einki vert! Fylgi vanliga sera væl við í politiskum viðgerðum, men í hesum føri var eitt at gera, og tað var at sløkkja sjónvarpið. Ikki gjørdist mætari, tá málið endaliga kom til viðgerðar í løgtinginum. Ein løgfrøðingur frá løgtingsskrivstovuni, ið er seinasta trygd fyri, at mál til løgtingið eru greið og borðbar, ger vart við, at málið við sínum orðaljóði í tvinnanda tekstum og meiningum er uttan týdning! Hesin varð ikki tikin fyri fult, og var tað neyðugt, so er løgið, at viðkomandi ikki verður sagdur úr starvi!

Hvør er so upprunastøðan hjá apunum?
Út frá millum annað omanfyrinevndu dømum um førleikan hjá okkara vísu,og afturgongdina í vanligari fornuft, so gjørdist mær greitt við støði í læruni um, at menniskjan hevði ment seg fram um apurnar, at tað er menniskjan, ið lækkar í skili og endar sum apa, so má niðurstøða vera tann øvugta av tí vanliga hildna, og tí setti eg mær spurningin: Hvør kom fyrr- menniskjan ella apurnar? Og niðurstøða mín er heilt einfalt, at: Apurnar eru komnar frá menniskjunum!
Tungmetallir eru vandamikil fyri heilsu okkara, men okkara "tungu" professarar og politikkarar eru helst enn vandamiklari í tyngd teirra á lønarlistanum hjá landskassanum!!