Eru til reiðar at geva góð ráð um mat

Tey eru farin til verka í Havn, á Sandi, í Kollafirði, í Miðvági, á Tvøroyri og í Vági og í næstum verður eisini farið til verka í Runavík og Klaksvík

Nú ber til hjá ymsum sjúklingum kring landið at fáa ókeypis ráðgeving um kost.

 

Hendan nýggja heilsutænastan er ein liður í ætlanini hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, at fremja Heilsunýskipanina og Heildarætlanina um diabetes.

 

Kostráðgevararnir fara at ráðgeva sjúklingum við diabetes, hjarta-æðrasjúku, krabbamein, og ávísum bólkum av børnum, kostráðgeving.

 

Karsten Hansen sigur í tíðindaskrivi í dag, at tænastan er ókeypis og verður veitt í læknaviðtalum kring alt landið.

 

- Higartil hevur tað ikki borið til hjá kommunulæknum at ávísa fólki beinleiðis til kostráðgevara, men nú ber tað til, tá ið læknin heldur, at tað kann bøta um heilsustøðuna.

 

Tey eru sanndørd um, at at tað er eitt stórt stig rætta vegin, at vit fáa fleiri serfrøðingar í kosti at ráðgeva fólki.

 

Karsten Hansen sigur, at nýggja tænastan passar sum fótur í hosu við ætlanir í Heilsunýskipanini, har eitt endamál er at styrkja heilsutænasturnar  kring landið,

 

Kostráðgevararnir fara at hava sítt dagliga virki á ymiskum læknaviðtalum í Føroyu, so tænastan verður veitt so tætt borgaranum sum møguligt. Viðtalur eru á Tinghúsvegnum og í Miðlon í Havn, á Sandi, í Kollafirði, í Miðvági, á Tvøroyri og í Vági.

 

Í næstum verður søkt eftir kliniskum kostráðgevarum til viðtalurnar í Runavík og Klaksvík.

 

Á myndini eru tey, frá høgru: Kristianna Rein, forkvinna í Diabetsfelagnum, Anita Højgaard, kliniskur dietistur, Beinta Mohr-Leo, kliniskur dietistur, Poula Patursson, kliniskur dietistur, Elisabeth Akursmørk, forkvinna í Kost- og føðslufelagnum, Mariann Patursson, kliniskur dietist, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum og Ann Askham, nevndarlimur í Kost- og føðslufelagnum.