ES fleiri tiltøk ímóti Sýrialandi

ES-londini eru samd um at revsa stýrið í Sýrialandi við at seta fleiri fíggjarlig tiltøk í verk ímóti Bashar al-Assad, forseta og stýri hansara.

Sambært Reuters fer ES at forða sýrisku stjórnini at læna pengar í altjóða fíggjarstovnum, fyritøkur í ES-londunum sleppa ikki at keypa og selja sýrisk virðisbrøv, og sýriskir bankar sleppa ikki at lata upp deildir í ES-londunum ella at gera íløgur í bankar í ES-londunum. Tíðindastovan AFP sigur seg hava skilt, at Sýrialand sleppur ikki at keypa evropeiska útgerð til gass- og oljuídnaðin.

Ein ES-kelda sigur við tíðindastovurnar, at málið við tiltøkunum er at steðga pengastreyminum til ta sýrisku stjórnina.

Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skulu taka endaliga støðu tiltiltøkini á fundi hósdagin.