ES hóttir føroyska fólkaræðið

- Ein nýggj ES-grundlóg hóttir av álvara føroyska og grønlendska fólkaræðið, og við eini nýggjari ES-grundlóg standast grundleggjandi trupulleikar í ríkisfelagsskapinum, sigur 56 ára gamli Jens Peter Bonde, ES-tinglimur í 25 ár og nýggjur ráðgevi í Norðuratlantsbólkinum

Norðuratlantsbólkurin hevur funnið rætta varðhundin í ES-høpi, og maðurin er ikki hvør sum helst. 56 ára gamli Jens Peter Bonde úr ES mótstøðusinnaðu Juni-rørsluni hevur sitið í ES-tinginum síðani 1979, og er hann tí skraddaraseymaður til ES-sjónarmiðini hjá tjóðskaparliga Norðuratlantsbólkinum.

Gleðist um samstarvið
Jens Peter Bonde greiðir frá, at hann hevur havt fund við Høgna Hoydal og Lars Emil Johansen í Fólkatinginum fyri stuttum, og 2. juni játtaði hann so at taka upp ólønt ráðgevandi samstarv við Norðuratlantsbólkin, sum hevði brúk fyri einum manni í Bruxelles.
- Tað er við stórari gleði, at eg fari undir samstarv við Norðuratlantsbólkin, og fyrst og fremst kann eg geva frá mær 25 ára royndir og innlit í, hvussu ES-skipanin virkar í praksis, sigur Jens Peter Bonde. Sunnudagin verður ES-parlamentsval, og um Jens Peter Bonde verður valdur, fer samstarvið við Norðuratlantsbólkin sambært honum í øllum førum at halda fram næstu fimm árini.
- Men eg havi øll hesi 25 árini havt óformelt samarbeiði við bæði føroyingar og grønlendarar, men nú er talan so um eitt formelt og skipað samarbeiði, sum eg gleðist um, sigur Jens Peter Bonde.

Ógreiður ríkisfelagsskapur
Nógv umtalaða og umstríddda komandi ES-grundlógin tykist vera fyrsta málið hjá Bonde at ráðgeva Norðuratlantsbólkinum í, og her sær Bonde nakrar grundleggjandi konfliktir í ríkisfelagsskapinum taka seg upp, sum tó eru grundgevingar, vit frammanundan hava hoyrt frá ES-mótstøðumonnum.
- Í kjalarvørrinum av eini ES-grundlóg missir ES-limalandið Danmark sítt sjálvræði til Bruxelles, og tá koma Føroyar og Grønland í eina serliga vandafulla støðu. Uttan at vera limir í ES verður uttanríkis- og verjupolitikkur føroyinga og grønlendinganna fluttur til ES at umsita, og tað er eftir mínum tykki í grundleggjandi stríði við fólkaræðið, sigur Jens Peter Bonde. Spurdur, hvussu hann ætlar at ráðgeva føroyingum og grønlendingum á hesum øki, er royndi ES-tinglimurin greiður.
- Fyrst og fremst skulu tit krevja at sleppa til orðanna og samskifta við donsku stjórnina um avleiðingarnar, áðrenn danir taka undir við eini uttanríkis- og verjupolitiska avgerð í ES høpi, sigur Jens Peter Bonde. Hann heldur tað hava stóran týdning, at viðurskifti og avleiðingar gerast greið fyri Føroyum og Grønlandi, og at vit krevja grundleggjandi rættindini at vera við í avgerðum, sum viðkoma okkum í so stóran mun.
- ES grundlógin kemur í stríð við grundleggjandi funktiónir í ríkisfelagssakpinum, og ein avleiðing er, at Danmark verður eitt deilríki og Føroyar og Grønland hjálond í uttanríkis- og verjupolitiskum málum, sigur Jens Peter Bonde. Umframt hetta vísir royndi ES-tinglimurin á eina aðra konflikt millum ríkisfelagsskapin og ES.
- Tað er viðtikið í ES-grundlógini, at ES øki skulu vera tøk til eina og hvørja tíð, og tá má eg reisa spurningin, hvønn løgfrøðiligan status Grønland og Føroyar hava, og um hesi lond eisini skulu vera til taks til ES at nýta, hóast tey ongantíð hava fingið loyva at taka nakra avgerð, sigur Jens Peter Bonde. Sostatt vísir Bonde á fleiri ógreiðar og ósvaraðar viðkomandi spurningar fyri Føroyar og Grønland, sum eru eyðkendir av fullkomnari ógreiðu.

Føroyar gloymdar
Jens Peter Bonde finst í hesum høpi hvassliga at donsku stjórnini fyri ikki at hava tikið føroyingar og grønlendingar við uppá ráð gjøgnum alla gongdina og samráðingarnar um nýggja ES-grundlóg.
- Tit skuldu frá byrjan havt luttakandi og aktivan leiklut í prosessini, men danska stjórnin hevur ignorerað restina av ríkisfelagsskapinum, og hetta kann knekka hálsin á fólkaræði tykkara, eins og hon ger tað fyri Danmark á teimum økjum, sum eru tengd at ES, sigur Jens Peter Bonde. Hann undirstrikar, at hann ikki setir spurnartekin við ES-limaskapin hjá Danmark - tað slagið er søga og tapt fyri nógvum árum síðani - men hann er sera atfinnandi mótvegis bygnaðinum og framferðarháttinum í ES.
- Eg eri hart ímóti inrættingini í ES-kommisjónini og valdsmikla, bureaukratiska og innilukkaða yvirvaldinum, ES er. Eg vildi fegin fingið felagsskapin á slankikur og harvið fingið eitt opnari og fólkaræðisligari Europasamveldi, sigur Jens Peter Bonde. Í løtuni heldur hann, at arbeiðsumhvørvi hansara seinastu 25 árini er alt annað enn eyðkent av fólkaræði.

Farið á val, føroyingar!
Nú sunnudagin er so nýtt ES-parlamentsval á skránni, og Jens Peter Bonde mælir øllum føroyingum í Danmark at gera sær dælt av sínum atkvøðurætti og fara á val, tí ES gongdin fær í framtíðini stóra ávirkan á Føroyar og Grønland.
- Tað eru 20.000 føroyingar búsit andi í Danmark, og tit hava møguleikan at atkvøða til fríggjadagin 11. juni. Gerið tykkara ávirkan galdandi til frama fyri tykkara land, er seinasti boðskapurin hjá 56 ára gamla Jens Peter Bonde, sum nú er nýggjur ráðgevi hjá Norðuratlantsbólkinum.