ES játtað 900 mia. til vøkstur

Eftir tingingar í meiri enn sjey tímar samtyktu ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES-londunum í gjárkvøldið at brúka 120 milliardir evrur ella 892 milliardir krónur til at seta ferð á vøksturin og at útvega arbeiðspláss.

Samtyktin var ein sigur fyri tann franska forsetan, Francois Hollande, sum alla tíðina hevur talað fyri at fáa pengar til vøkstur, men samtyktin er ein sigur fyri ta donsku stjórnina, sum eisini hevur talað fyri einum vakstrarpakka.

-Vit hava leingi sagt, at tað er neyðugt at fáa stýring á okkara búskaparpolitikki, men at tað eisini ræður um at varpa ljós á vøkstur og arbeiðsskapandi tiltøk. Nú hava vit fingið ein vakstrarpakka, og hann kann fara at gera mun, segði Helle Thorning-Schmidt á tíðindafundi í Bruxelles í gjárkvøldið.

Toppfundurin er tann seinasti við Danmark sum ES-formanslandi á hesum sinni. Tann 1. juli tekur Kýpros við formansskapinum.