Leiðararnir í ES-londunum samtyktu í gjár, at samveldið skal fara undir samráðingar við Ísland um limaskap. Í samtyktini siga leiðararnir, at Ísland lýkur tær politisku treytirnar fyri samráðingum um limaskap, hóast ávísir veikleikar eru á eitt nú fíggjarøkinum.
Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, segði í gjár, at hann var sera fegin um avgerðina hjá ES-leiðarunum. Hann segði, at higartil hevur Ísland verið í umsøkjarastøðu, men at nú er landið komið í samráðingarstøðu.
Uttanríkisráðharrin segði seg vænta, at samráðingarnar um íslendskan limaskap í ES verða truplar, men hann ivaðist kortini ikki í, at úrslitið verður til frama fyri framtíðina hjá tí íslendska fólkinum.