Ester við 80'ara lagi

Ester Kristiansen frá Norðskála hevur í dag kunngjørt eitt nýtt staklag. Ein persónligur kærleikssangur við 80'ara tónum. Mikael Blak og Benjamin Petersen hava hjálpt til við sanginum

21 ára gamla Ester Kristiansen frá Norðskála hevur givið út sítt fyrsta staklag í dag.


Sangurin varð fyrstu ferð spældur alment í Morgunsendingini á Rás2.


Hoyr brot av samrøðu, sum Heri Simonsen gjørdi við Ester, við at trýsta á pílin undir myndini


Ester hevur sjálv gjørt sangin. Síðani hevur hon fingið Mikael Blak og Benjamin Petersen aftrat sær, og teir hava syrgt fyri, at staklagið gjørdist veruleiki.


- Eg kann ikki siga annað enn, at eg havi verið í sera góðum hondum, sigur Ester Kristiansen.


Øll ljóðførini eru tikin upp í studionum hjá Benjamin Petersen, meðan vokalurin er innspældur í Studio Bloch.


- Hetta er ein sera persónligur sangur, sum eg skrivaði fyri eini tíð síðani. Uttan at avdúka meira, so kann eg siga so mikið sum, at tað snýr seg um ein persón, sum stendur mær ógvuliga nær, segði Ester Kristiansen millum annað á Rás2.


»Elska teg« er fyrsta staklagið frá Ester Kristiansen, men avgjørt ikki tað seinasta, tí norðskáladaman hevur ætlanir um at útgeva fleiri løg.


Hoyr brot úr sanginum »Elska teg« við at trýsta á pílin undir myndini.