Etur yngul og æti

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tann sokallaði amerikanski risamaneturin sæddur í norskum sjógvi, og hann er ikki vælkomin.

Sum navnið sigur, heldur risamaneturin vanliga til í amerikonskum sjógvi, men hann er sæddur hesumegin Atlantshavið fyrr. Í áttatiárunum kom hann í Svartahavið við skipum, sum tømdu barlasttangarnar har, og har gjørdi hann so stóran skaða, at so at siga øll fiskivinnan har um leiðir fór fyri bakka. Seinni er hann sæddur í Eystyrasalti og úti fyri svensku vesturstrondini.

Tað var ein dagin í september í fjør, at Hege Vestheim, ið starvast á lærda háskúlanum í Oslo, fekk eyga á nakrar løgnar skapningar í sjónum nærhendis Nøtterøy í Suðurnoregi. Hann kvikaði sær at taka myndir av teimum, og nú hava lívfrøðingar á havrannsóknarstovninum staðfest, at talan er um tann sokallaða amerikanska risamanetin.

Tað eru ikki góð tíðindi, tí amerikanski risamaneturin tekur fiskayngul, og harafturat etur hann æti, sum fiskayngulin skal liva av. .


Fyrstu ferð

Hetta fyrstu ferð, at amerikanski risamaneturin er sæddur í norskum sjógvi, og norsku fiskifrøðingarnir ætla sær at halda eyga við gongdini.

-Vit vænta ikki, at maneturin fer at gera líka stóran skaða í norskum sjógvi sum í Svartahavinum, tí vistfrøðin á okkara leiðum er ikki so viðbrekin sum tann har suðuri. Vit hava eisini havt slíkar manetar her fyrr, og tí vænta vit ikki, at hann fer at gera líka stóran skaða her sum í Svartahavinum, sigur Tore Falkenhaug, ið starvast sum havgranskari á norska havrannsóknarstovninum.

Hann leggur tó afturat, at amerikanski risamaneturin er ein harðbalin vera, sum kann trívast í norskum sjógvi, sjálvt um hann trívist best, har hitin í sjónum liggur um 20 stig.


Hitin ger munin

Enn er amerikanski risamaneturin ikki sæddur í føroyskum sjógvi. Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at tað er lítið at ivast í, at maneturin er komin í norskan sjógv við tí altsamt veksandi hitanum í sjónum.

Hesi seinastu árini eru fleiri meiri ella minni fremmand fiskasløg komin á okkara leiðir. Í einari frágreiðing, sum Fiskirannsóknarstovan gjørdi í apríl í fjør, sæst, at fleiri fiskasløg eru økt í tali ella hava fingið annan atburð á okkara leiðum, meðan onnur fiskasløg tykjast vera minkað í tali.

Í frágreiðingini verður sagt, at ein partur av orsøkini, til at nýggj fiskasløg verða fingin undir Føroyum, kann vera, at skip við stórari maskinorku og stórum trolum veiða meiri effektivt nú enn fyrr.

-Hinvegin kann ikki síggjast burturfrá, at sjógvurin undir Føroyum er vorðin umleið 0,8 stig heitari tey seinastu fimm árini, og at hann eisini er vorðin saltari hetta sama tíðarskeiði stendur í frágreiðingini hjá Fiskirannsóknarstovuni.