Europeiska veitslan hjá FCK liðug

Manchester City var ov sterk mótstøða fyri FC Keypmannahavn, tá saman um kom, og tí verður eingin rein donsk áttandapartsfinala hesa ferð

UEFA CUP

 

 

Manchester City vann í gjárkvøldið 2-1 á FCK á City of Manchester leikvøllinum, og vann sostatt ein samlaðan 4-3 sigur á FCK.

Venjarin hjá FCK, Staale Solbakken satsaði, tá hann setti vanliga liðskiparan, Ulrik Laursen á beinkin, og valdi at byrja við tí bert 18 ára gamla Mathias Jørgensen, men tað slapp Staale Solbakken at angra.

Tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum legði walisiski spælarin, Craig Bellamy Manchester City á odda, eftir eitt stórt mistak hjá tí unga Mathias Jørgensen. Tá var vónin um eina reina danska 1/8 finalu í UEFA Cup-kappingini brostin. Tá 85 minuttir vóru farnir, økti Craig Bellamy so til 2-0, eftir ótrúliga flott forarbeiðið av Robinho.

Í yvirtíðini minkaði Martin Vingaard um munin til 2-1, men tá var ov seint hjá FCK at koma aftur í aftur.

Manchester City møtir AaB í áttandapartsfinaluni. Mark Hughes leggur eina við, at hann hevur stóra virðing fyri AaB, og at hann er hugtikin av teimum góðu úrslitunum hjá AaB ímóti Deportivo La Coruna. Hann fer undir ongum umstøðum at undirmeta AaB.

Fyrri dysturin verður í Manchester 12. mars, seinni dysturin verður í Aalborg tann 19. mars.