Europiskur sigur gav børn

Tað hava starvsfólkini sjálvandi lagt til merkis, og tí er onkur farin at leita aftur í álmanakkan fyri at vita, hvat hendi fyri 39 vikum síðani.

Og tað vísti seg, at fótbóltur er størsta orsøkin. Tað eru nevnliga 39 vikur síðani, at FC Barcelona við einum máli í yvirtíðini vann seg víðari úr hálvfinaluuppgerðini í Champions League móti Chelsea. Ein hending, sum altso veruliga setti lív í náttarlívið, skilst.