Í kvøld klokkan 20 verður finalan í Eurovision sangkappingini í Wien í Eysturríki.
Til ber at síggja sangkappingina á DR1.
Sangurin hjá Finnlandi við Lindu Lampenius og Pete Parkkonen - "Liekinheitin" er greitt størsti favoritturin hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna sangkappingina.
Veddingarfyritøkurnar meta, at møguleikarnir fyri, at tann finski sangurin vinnur eru 42 prosent.
Nærmasti kappingarneytin er sangurin hjá Avstralia við Deltu Goodrem - "Eclipse". Har meta veddingarfyritøkurnar, at møguleikarnir eru 19 prosent.
Um oddsini halda endar Danmark á einum sætta plássi, Svøríki á einum 14. plássi, og Noreg á einum 18. plássi. Men tað er rættiliga ofta, at tað ikki gongur heilt sum veddingarfyritøkurnar vænta.
HER eru oddsini upp á allar 25 Eurovision sangirnar:
##med2##












