Landsliðsliðskiparin og liðfelagarnir vunnu seg í meistaraskapsfinalurnar

Storhamar møtir Sola í meistaraskapsfinalunum

 

 

Mynd: Storhamar Håndball Elite

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg, Storhamar er norskur steypavinnari, og nú hava tær møguleikan at vinna greipuna.

 

Storhamar vann eisini seinnu meistaraskapshálvfinaluna móti Larvik. 

 

Í kvøld vann Storhamar á útivølli 30-28 á Larvik. Í steðginum var Storhamar á odda 18-13, men tað haltaði meira í seinna hálvleiki. Fá sekund undan dystarloki eydnaðis tað Veroniku Kafka Malá at staðfesta sigurin hjá Storhamar. 

 

Pernille skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. Anniken Obaidli við 10 málum og 10 uppleggum til mál (assist) var besti leikarin hjá Storhamar í kvøld.

 

Storhamar vann fyrra dystin móti Larvik 32-22 (19-13), og vinnur sostatt hálvfinaluuppgerðirnar 2-0.

 

Í meistaraskapsfinalunum møtir Storhamar grundspælsvinnarunum, Sola. Sola vann í hálvfinalunum 39-27 (19-16) heima, og 29-28 (14-15) úti á Molde.

 

 

 

 

 

Mynd: Storhamar Håndball Elite